vika 4
Vit og okkara trúgv
Krøv til poddvarpin
Skal vera um tykkara forhold til religión/trúgv og svara spurningum um hvat religión/trúgv merkir fyrir tykkum og hvussu tit dyrka tað.
Hvis ongin í bólkinum ynskir at fortelja um teirra trúgv, kunnu tit velja at gera samrøðu við onnur, t.d. Foreldur, flokksfelagað, ella ein religiøsan leiðara (t.d. prest)
Poddvarpurin má í hægsta lagi vara í 5 minuttir
Geri ein poddvarp
- Um tykkum og tykkara trúgv/religión
Soleiðs gera tit
1. Kunni tykkum um hvat poddvarpurin/ljóðmyndin skal
innihalda niðanfyri.
2. Tosi saman í bólkinum um:
Hava tit eina religión? Trúgva tit uppá ein guð? Hvat merkir tykkara trúgv fyri tykkum? Hjálpir hon? Og hvussu? Hvussu dyrka tit tykkara trúgv? Fara tit til religiøs hátíðarhald?(t.d.
guðstænastur) Eru tit doypt og konfirmera?
3. Finni ein ella fleiri í bólkinum, ið vilja fortelja um sína trúgv í poddvarpinum. Tit kunnu eisini velja at gera samrøðu við onnur, t.d. Ein flokksfelagað, foreldur ella tykkara prest/religiøsa leiðara
4. Geri eitt handrit so tit vita hvat tit skulu taka upp
5. Velji hvat fyri program, tit vilja nýta til tykkara podvarp. Tit kunnu t.d. Velja audacity ið er ókeypis.
6. Geri tykkara upptøkur/samrøður
7. Klippi tykkara upptøkur til ein lidnan podvarp/ljóðmynd, ið hægst varar 5 minuttir
8. Leggi tykkara podvar/ljóðmynd á padletting soleiðs at tykkara vinarflokkur kann hoyra tað