top of page

Vika 1  
 

Vit og okkara býur/bygd

 

Tykkara flokkur er nú komin í ein vinarbólk við flokkum frá hinum báðum londinum og vinarbólkurin hevur fingið ein padlet/talgilda uppslagstalvu, har tit kunnu deila innihald við hvønn annan. Lærarin hjá tykkum hevur eina leinkju til padlettin.

Í tykkara flokki eru tit blivin deild upp í smærri bólkar og hvør bólkur skal nú gera eina límmynd (kollasju), har tit siga, hvør ið tit eru og hvør tykkara býur/bygd er - og hvussu tit brúka tykkara bý/bygd. Lær hvussu á talgildu uppslagstalvuni omanfyri.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Límmyndin skal hava myndir av: 

● Støð í býnum/bygdini tit ofta eru

● Serstøk eyðkenni í tykkara býi/bygd

● Miðbýurin í tykkara býi/bygd

● Bygningar, ið eru eyðkendir fyri

tykkara bý/bygd

● Tykkum/tykkara bólkur

 

Tað skulu vera millum 10 og 20 myndir

Ger eina límmynd
- Um tykkum sjálvi og tykkara bý/bygd

Soleiðs gera tit

1. Kunna tykkum um hvat límmyndin skal innihalda (sí niðanfyri)

2. Tosi saman um hvørji støð tit vilja taka myndir av og hví

3. Geri ein lista av støðum tit vilja taka myndir av

4. Taki myndar (ella geri eina ætlan um nær tit fara at gera tað)

5. Tá ið tit hava tyki myndirnar, skulu tit velja 10-20 myndir. Um tit vilja, kunnu tit skriva lítlar tekstir um myndirnar.

6. Geri límmyndina. Tit kunnu t.d. nýta eitt forrit sum Canva ella picsart.com.

7. Leggi út límmyndina á padlettin soleiðs at tykkara vinarflokkur kann síggja hana.

Hvat er ein límmynd? 

Ein límmynd er ein samanseting av myndum, ið hava eitt yvirordna tema, sum ger at

myndirnar siga eina samlaða søgu.

Tykkara tema er Tit og tykkara býur/bygd

bottom of page